Heim

Eg selji eitt òbrùkt, sera vakurt, háglinsandi svart og sera væl ljóðandi Ritmüller akustiskt klaver við 15 ára garantii og (um neyðugt) rætti til eina ókeypis fínstilling.

Hædd: 118 cm Dýpd: 60 cm

Breidd: 148 cm Vekt: 220 kg

Nyprìsur: Kr. 36.500,-

Gev mær eitt tilboð!

 

 

Harmonikan

 

Vælkomin til hesa heimasíðuna!

sum er ein síða, sum eg umsiti - lutvíst fyri at vísa sangir og løg, sum eg havi gjørt - og lutvíst sum ískoyti til heimasíðuna hjá Havnar Harmonikufelag, sum eigur at verða brúkt framhaldandi, ikki minst vegna øll løgini, sum liggja har. Trýst www.hh-fo.net/ um tú vilt sleppa inn á hana!

Vísi annars til heimasíðuna hjá Harmonikufelag Føroya, sum er: www.harmonikan.org.

Vinarliga

Heðin Samuelsen

 

Nótar og sangir

 

Aftur eitt væl eydnað jólahald 20. nov. ì àr

Hugnaløtan 2015 var sera væl eydnað. Vit vóru 19, sum ótu, drukku, sungu, spældu, prátaðu og skemtaðu, ikki minst tá hvør einstakur spældi fyri við tí sangi og lagi, sum viðkomandi hevði valt sær. Preben og Nelly vòru við aftur ì àr.

Sí myndarøð frá veitsluni 2013!

Vilt tú Havnar Harmoniku-felag væl so gerst limur!

 

Ring 221352 (Ingibjartur) ella tosa við Ivan, Kristin ella Heðin. Ella upplýs navn, adressu, arb.telefon, fartelefon og e-mail og send til: ingib@olivant.fo

 

 

 

Venjingar á Argjum

Vit venja í løtuni hvørt mikukvøld kl. 19. Uppmøtingin er sera gòð (millum 8 og 17 hvørja ferð). Byrjað verður aftur eftir nýggjár 6. januar 2016. Allir spælarar m/k eru hjartaliga vælkomnir. Ongum nýtist at halda seg aftur. Heldur ikki uttanbìggja gestir.

Ein sterkur og haldgóður Beethoven klaverbonkur við polstraðum sæti av leðri og sum kan hæddarstillast verður eisini seldur. Sessurin hevur sama lit sum Ritmüller klaverið.

 

Kr.: 1.500

 

Føroya Harmonikufelag boðar frá, at allir limir í Havnar Harmonikufelag eru hjartaliga vælkomnir at taka lut í hugnanum á Tvøroyri 30. januar 2016!

Farið verður suður frígjakvøld

og norður aftur sunnudagin.

HH'arar búgva í gistingar - húsinum "undir Heygnum".

Stutt tíðindi:

 

Havnar Harmonikufelag hevði eitt sera væl eydnað "50+ Lurtið - Syngið við - Dansið" -tiltak à Reinsarìnum 28. nov. Fulsett var við 150 seldum atgongumerkjum.

 

Havnar Harmonikufelag hevur skjótt aðalfund. Gjaldið tí limagjald sum skjótast.

 

Harmonikufelag Føroya hevur aðalfund fríggjakvøldið 29. januar 2016 á Tvøroyri. Møtið fjølment!

 

Harmonikufelag Føroya selir atgongumerkir til Føroya Feitasta Harmonikutreff fyri 2/3-ingsprìs = 400 kr. higar til 31. desember 2015.

 

 

 

 

 

 

 

 

Ein av "The Dubliners"

Kári Lamhauge - formaður

Eftir aðalfundin 2. februar 2014 skipaði nevndin seg soleiðis, at Kári Lamhauge gjørdist formaður, Heðin Samuelsen, skrivari og Ingibjartur Madsen, kassameistari. Varalimir í nevndini eru Kristin Gærdbo og Ivan Johansen, sum ynskti at sleppa undan formansstarv-inum, sum hann hevur røkt væl, síðani felagið varð stovnað í okt. 2006.

Kári er dámligur maður í besta aldri, sum brennir fyri harmonikuspælinum.

Vit ynskja honum alt tað besta við starv-inum, samstundis við at vit takka Ivani hjartaliga fyri tað arbeiði, sum hann hevur gjørt sum formaður!

 

Ì 2015 var nevndin tann sama. Tò varð Poul Jàkup Thomsen valdur afturat.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Um tú brúkar Ipaddin og ikki fært spælt midifílur, kanst tú taka eitt "add" niður frá Apple Store ella ITunes. Sjálvur brúki eg "Sweet MIDI", sum er ókeypis at taka niður, men kostar 99 kr. , um ein vil hava fullan funktionalitet.

Talan er fyribils um hesi løg:

 

Heimvendi fuglurin - midifíla

sum er "Don´t give up til it´s over á føroyskum!

Til er fræ - midifíla

Bara tú (only you) - midifíla

Babba kom heim (Taube) - midifíla

Elska stillan - elska eymt - midifíla

Por Una Cabeza - midifíla

Heystarløta - midifíla

Måke fortell - midifíla

 

Seinast er annars lagt afturat:

Sangheftið 1 hjá Havnar Harmon-ikufelag við besifringum:

Trýst her!

 

Umframt Sangheftið hjá Seglloft-inum, eisini við besifringum og einstøkum nótum.

Trýst her!

 

Hoyri annars Nelli niðanfyri syngja "Til eru fræ", sum eg týddi eftir Dáviði Steffans-son, og Terja og Johonnu spæla "Skogblommor" s.v. violinini hjá Poul Jákupi!

(á Reinsaríinum)

 

 

 

Her finst ískoyti til lagasavnið hjá HavnarHarmonikufelag av løgum og sangum.

 

Tað, sum ikki er lagt inn áður, verður víst her.

 

Tað, sum er lagt inn áður, finst undir Løg og Sangir sum nótar, tekstur og midi-fílur.

 

Heimasíðan er á royndarstigi!

 

 

Formansskifti í Havnar Harmonikufelag

Hvørjar eru ætlaninar hjà Havnar Harmonikufelag ì 2016?

 

29. og 30. januar: Seglloftið

7. mai: Reinsaríið

20. mai: Vestmanna bátastevna

2. og 3. september: Føroya Feitasta Harmonikutreff

23. og 24. september: Sandoy

21. og 22. oktober: 10-ára haldið hjá Havnar Harmonikufelag.

 

Fá meiri at vita á hesari leinkjuni: Frá Nevndini!

 

Copyright © All Rights Reserved

https://oneweb.one.com/api/v1/harmonikan.dk/webspace/onewebmedia/HH%20konsert.jpg?etag=%226fad-526a8f19%22